Hvat er eitt biogassverk?

Eitt biogassverk er eitt virki, sum ger lívfrøðiligt burturkast um til biogass. Hetta verður gjørt við at burturkastið verður sodnað við hjálp frá bakterium í einum súrevnisfátøkum umhvørvi. Tilgongdin verður framskundað við at hita lívfrøðiliga tilfarið í reaktorinum. Biogassverkið Förka kemur at taka ímóti burturkasti frá alivinnu og bøndum í Føroyum, í høvuðsheitum skarn frá alivinnuni og neytamykja frá mjólkarbøndum. Turrevni í hesum burturkasti inniheldur kolevni, sum í viðgerðini broytist til biogass, sum er gjørt av metan (CH4 ) og koldioxid (CO2 ). Alt skarn og tøð verður blandað í móttøkutanganum hjá verkinum, áðrenn hesin biomassin verður hitaður upp til 38-52°C og pumpaður inn í reaktorin, har biogassið verður framleitt. Biomassin sodnar umleið 3 mánaðir í reaktorinum, og verður tá til biotøð, ið kann nýtast til taðing í landbúnaðinum. Av tí at biotøðini eru góðskað, verður minni luktur og munandi minni nøgd av vakstrarhúsgassum slept út. Sostatt hava biotøðini minni ávirkan á umhvørvi í mun til vanlig tøð. Biogassið verður brúkt til at framleiða el og fjarhita í einum gassmotori á verkinum. El’ið verður sent út á elnetið og hitin verður nýttur lokalt.

Biogassverkið Förka hevur møguleika at framleiða el, sum svarar til nýtsluna hjá 1.900 húsarhaldum, harafturat fjarhita svarandi til 400 húsarhald. Sostatt kann verkið tilsamans spara uml. 11.000 tons av CO2 útláti árliga. Samstundis framleiðir verkið uml. 40-45.000 tons av tøðum, sum bóndurnir kunnu fáa aftur.