Biogassverkið á Hjalla ársins vinnuátak

Biogassverkið á Hjalla ársins vinnuátak

27.09.2019

Frá vinstru: Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, Bogi Jacobsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, Fróði Mortensen, stjóri í Førka, og Rúni Hansen, nevndarformaður í Bakkafrost.


Á Vinnudegnum, sum er í Norðurlandahúsinum í løtuni, er Biogassverkið á Hjalla kosið ársins vinnuátak

Tað er Førka, ið stendur fyri Biogassverkinum, og tað er Bakkafrost, ið eigur Førka.

Rúni Hansen, nevndarformaður, og Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, tóku ímóti heiðrinum.

Vinnuátakið verður latið virki ella persóni, sum hevur gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði – við serligum atliti til bæði búskaparliga, umhvørvisliga og sosiala burðardygd. Talan kann vera um einstakt átak, men kann eisini vera arbeiði, sum er gjørt í longri tíð.

Dómsnevnd, sett av Føroya Arbeiðsgevarafelagi, kjósar ársins Vinnuátak. Fyri at fáa so nógv uppskot sum gjørligt at velja millum, hava allir limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag fingið møguleika at skjóta upp átøk, sum hava uppiborðið heiðurin. Tað er tó dómsnevndin, sum einsamøll hevur gjørt av, hvat átak hevur uppiborðið heiðurin sum Vinnuátakið 2019.

Í grundgevingin hjá dómsnevndini, verður millum annað sagt:

Í grannalondunum hevur tað í fleiri ár verið vanligt við biogassverkum, men í Føroyum hevur tað higartil verið eitt sindur trekt at koma í gongd, hóast bæði eldsálir og orkumyndugleikarnir hava víst á møguleikan. Men bara higartil. Tí um nakrar fáar mánaðar verður fyrsta føroyska biogassverkið tikið í nýtslu uppi á Hjalla, nærhendis Sundsverkinum.

Nýggja verkið hevur møguleika at framleiða el, sum svarar til nýtsluna hjá 1.900 húsarhaldum og harafturat hita svarandi til 400 húsarhald. Sostatt kann verkið tilsamans spara uml. 11.000 tons av CO2 útláti árliga. Samstundis framleiðir verkið uml. 40-45.000 tons av tøðum, sum bóndurnir kunnu fáa aftur.

Góðskan á avgassaðu tøðunum er hægri enn á tí óviðgjørdu mykjuni, sum bóndur vanliga brúka at taða við, og frárenslið frá landbúnaðinum í áir, vøtn og firðir væntast at minka í mun til í dag. Sostatt minkar nýggja biogassverkið bæði ein lokalan og ein globalan umhvørvistrupulleika, samstundis sum landbúnaðarframleiðslan verður meira effektiv. Frá tí, at eigararnir av nýggja biogassverkinum byrjaðu at leggja ætlanir um nýggja verkið, er kapasiteturin á verkinum tvífaldaður, so tað betur er ført fyri at nøkta núverandi og komandi tørv.

Um vit vilja broyting og menning, mugu vit javnt og samt førka okkum. Vit førka okkum, tá vit síggja nýggjar møguleikar, og tá vit gera okkara part fyri at loysa størri og smærri avbjóðingar fyri okkum sjálvi, samfelagið og fyri heimin. Og tað er júst tað, sum Vinnuátakið 2019 hevur gjørt. Dómsnevndin hevur tí verið samd um, at Vinnuátakið 2019 er nýggja biogassverkið P/F FÖRKA, sum Bakkafrost eigur.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01