Luktar biogassverkið? Larmar tað? Hvussu verður streymur og hiti framleiddur av biogassi? Finn svar upp á mangan spurdar spurningar her.
Kemur luktur frá biogassverkinum?
Tann náttúrliga prosessin, har bakteriur bioniðurbróta lívrunnið evni, skapar lukt, men av tí at hetta hendir í eini afturlatnari skipan, og av tí at biofiltrini taka burtur 90-99% av luktinum, fer møguligur ampi av lukti at verða heilt lítil. Harumframt liggur biogassverkið longri enn 1,5 km frá nærmasta íbúðarøki, og tí burdi tað ikki verið ofta, at húski fara at hava ampa av lukti frá verkinum.
Larmar biogassverkið?
Biogassmotorurin stendur í einum ljóðdoyvdum húsi.
Hvussu verður streymur framleiddur á biogassverkinum?
Ein biogassmotorur framleiður streym, sum verður førdur inn á netið hjá SEV, hagani tað verður sent til brúkarar kring alt landið.
Hvussu verður hiti framleiddur á biogassverkinum?
Hitin, ið verkið framleiðir, verður førdur inn á netið hjá Fjarhitafelagnum, hagani verður hann sendur út til brúkarar í Tórshavn.
Hvussu kemur lívrunnað evni inn á verkið?
Lívrunnað evni frá landbúnaðinum og laksaalarum verður ført til verkið við lastbilum, sum eru serframleiddir til endamálið.
Hvussu verða framleiddu tøðini goymd?
Tey liðnu tøðini verða koyrd út til bøndurnar, har tey verða goymd í tangum, ið hóska til endamálið.
Kann annað burturkast brúkast at framleiða biogass?
Tekniskt kann næstan alt lívfrøðiligt burturkast brúkast. Vit hava tó bert loyvi frá HFS til at brúka neytamykju, skarn og laksasúrløgu.
Hvat er framleiðsluorkan á biogassverkinum?
Biogassmotorurin er 1.500 kW. Verkið hevur eina framleiðsluorku uppá umleið 100.000 tons árliga.