Tú sum granni fert við tíðini at fáa grøna orku sum el og hita frá verkinum. Harumframt fer verkið at framleiða hágóðskutøð til føroyska landbúnaðin, og hetta fer at koma í staðin fyri ein stóran part av tøðunum, sum í løtuni verða innflutt Biogassverkið verður soleiðis við til at skapa einar grønari Føroyar við at framleiða orku, sum kann koma í staðin fyri ein part at oljuframleiddu elorkuni og miðstøðuhitanum og harvið minka um CO2 útlátið, sum stendst av hesum. Eisini fer framleiðslan av hágóðskutøðum at økja um framleiðsluna hjá bóndunum og harvið umhvørvisárinið av núverandi innflutningi. Tað má sigast at vera gott fyri allar Føroyar.